Atgongumerki til tiltøk í Føroyum
08.12.2025 17:00
Sjóvarstova á Strondum.
Vegna stóran eftirspurning hava vit valt at hava eina eykakonsert afturat.
Atgongumerkini kosta 289,- og sølan opnar mikudagin 10. des. Kl.18:00.
Marjun Wolles kemur at framføra hugnaligan jólatónleik. Millum annað kunnu tit vænta at hoyra “Hátt undir himmalsins stjørnum”, “Djúpt í mínum minnið”, “Tú lítli staður Betlehem” og “Kvirra um fjøll og fløtur”.
Borðreitt verður við lekkrum rísalamandle, og ein mandlugáva verður at fáa.
Einans 30 atgongumerki eru at fáa.
09.12.2025 18:00 7 sýningar
Sjónleikarhúsið
"Jól í Grannalagnum" – ein hjartanemandi og hugvekjandi jólaleikur eftir Vár Berghamar Jacobsen
Útvarpsjólakalendarin frá 2007 er nú umskrivaður til sangleik - ein lívlig og fangandi leikhúsuppliving fyri alla familjuna.
Í einum serligum grannalagi búgva 13 ára gomlu tvíburðasystrarnar, væl dámdar og dugnaligar. Í hugnaliga Grannalagnum møta vit eisini foreldrunum, Ljósasløkkjaranum, Grannakonuni, Granskaranum og Granskoðaranum og øllum hinum grannunum. Men við eitt broytist friðurin 😧 😰 Fara tey í Grannalagnum nakrantíð aftur at kunna halda jól undir stjørnunum? 🎄 ❄️ ✨
🎨💡🎵 Pallmyndina hevur Sámal Blak sniðgivið, ið veruliga fangar jólaandan og gevur leikinum sína serligu dýpd. Og við dugnaligu Súna Joensen og Balduri Kampmann, ið hava lagt ljós og ljóð til rættis, lyftist heildarupplivingin upp á eitt sermerkt støði. 🌟 😲✨ 🤩
Ikki færri enn 26 dugnaligir, hugagóðir og raskir leikarar, sangarar og dansarar úr aldrinum frá 11 til 35 ár verða á pallinum. Vár Berghamar Jacobsen, ið hevur skrivað leikin, leikstjórnar eisini og hevur havt gott fólk aftrat sær í Edith Dahl Jacobsen, ið hevur staðið fyri sanginum og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, ið hevur koreograferað - allar saman hava styrkt søguna og givið henni sítt serliga lív.
Verið við, tá jólini flyta inn í Grannalagið – verið hjartaliga vælkomin í Sjónleikarhúsið!
Frumframsýning: 29. novembur 2025 kl. 16
⏱ Longd á leiki: Uml. 60 minuttir
📍 Stað: Sjónleikarhúsið
09.12.2025 19:00 2 sýningar
Gøtuvegur 6, 511 Gøtugjógv (Losjan glotti í Gøtugjógv)
Kapow!!!!! So gera vit tað aftur![]()
![]()
Leikurin “Meldur í luftini” verður spældur í Losjuni Glotti í Gøtu. Vit byrja mikudagin 3. Desembur!!
Misskiljingar, kaos og látur í stórum stíli
09.12.2025 19:00
Reinsaríið
Týskvøldið 9. desember kanst tú taka tær eina væl uppiborna fríløtu eftir jólaørindirnar. Ja, seta teg niður á Reinsarínum við einum heitum glasi av gløggi og njóta jólatónar frá rútmiska kórinum XPERIMENT.
Tað verður hugnaligt, livandi og í røttum jólastemningi, sum vit øll hava tørv á í desember.
Kom og fá tær eina herliga løtu við ektaðum jólahugna mitt í øllum desemberresinum
11.12.2025 20:00
Silkienni Vestmanna
Vit vilja fegin bjóða til eitt hugnaligt kvøld á Silkienni (Bryggjuni) saman við Kristinu Bærendsen og Hallur Joensen sum fara at framføra saman við Beddi og Paula.
Tú kanst gleða teg til eitt kvøld við vøkrum sangum og duettum, har røddirnar hjá Halli og Kristinu smelta saman og fanga sálini í country tónleikinum. Vit fara at uppliva eitt kvøld, við alt frá frálíkum balladum og rørandi løgum - til tað festliga og lívliga.
Við øðrum orðum, so verður hetta ein countrybuffét, krydda við onkrum jólasangum eisini. Tað er avmarkað nøgd av atgongumerkjum, so tað er at gera skjótt av, vit gleða okkum😊
12.12.2025 20:00
Reinsaríið
Jólakonsertin á Reinsarínum – Tað er her, at jólini byrja!
So er tann árliga jólakonsertin á Reinsarínum aftur, har angin av gløgg, grann og brendum mandlum fyllur rúmið. Tú merkir kavan í luftini, smílið í munnvikunum og gleðina av at vera saman við tínum nærmastu. Aftur í ár verður pallurin fyltur við jólahita, nærveru og teimum bestu jólaløgunum.
Í ár verða tað Elinborg Pálsdóttir, Fríði Shitboy og Kristel Lisberg, sum leggja sál og hjarta í sangin. Og við sær hava tey eitt ordiligt jólalandslið av tónleikarum: Høgni Lisberg, Dánjal á Neystabø, Torleik Mortensen og Benjamin Petersen.
Hetta er nøkur vanlig ella typisk konsert. Hetta er konsertin, sum tú fer at minnist aftur á, tá tú situr og pakkar jólagávur upp jólaftan.
... so tað er bara eitt at gera: Gev tær sjálvum eina væl uppiborna jólagávu longu nú, áðrenn onkur annar fer avstað við tínum atgongumerki.
13.12.2025 17:00
Feskfiskahøllin á Faroe Ship
Árliga jólakonsertin hjá Tórshavnar kamarkóri verður hesaferð í Feskfiskahøllini á Faroe Ship.
Eftir væleyðnaðu summarkonsertina gleðast vit um at sleppa at njóta av stórfingna klanginum í Feskfiskahøllini enn eina ferð. Undir kórleiðslu av Bernharði Wilkinson syngur kórið hugnaliga jólaskrá við føroyskum og útlendskum kórsatsum.
Vit vilja heita á áhoyrarar um at vera heitt ílatin. Høllin er ikki upphitað, og tí kann tað vera kalt. Verið vælkomin á konsert.
Høllin hjá Faroe Ship er á Eystaru bryggju í Havn. Trýst her fyri at síggja, hvussu tú finnur okkum.
Gjørt verður vart við, at konsertin er innanfyri ISPS-økið á havnarlagnum. Tí er týdningarmikið, at tit, sum koma á konsert, halda tykkum innanfyri avmerktu økini.
13.12.2025 19:00 - 03:45
Dansifrøi
Ársins jólaborðhald við Vínkúllunum og Kim & Drúvunum í Dansifrøi!
Hetta er triðju ferð, at Vínkúllarnir bjóða til eitt ordans brak av einum jólaborðhaldi. Tað hevur verið útselt langt áðrenn í 2023 og í 2024, so tað er at gera skjótt av, um tú ætlar tær við til ársins veitslu!
Brellbitar og bobblur standa á borðinum tá dyrnar lata upp, síðani koma 4 ymiskir rættir inn á tallerkum, har Vínkúllarnir hava samansett júst rætta víni til hvønn rætt hjá Hallartúni (Hilton).
Kim Hansen & Drúvurnar (Jóhannus á Rógvu Joensen, Jan Rúni Poulsen, Janus Kampmann, Hans Petur í Brekkunum, Johan Hentze, Guðrun Sólja Jacobsen, Sámal Ravnsfjall og Finnur Koba) spæla suverenan tónleik ígjøgnum alt kvøldið, har okkurt bara er lekkurt at lurta eftir, meðan annað er til at syngja við til. Vínkúllarnir og Jólamaðurin undirhalda eisini ígjøgnum kvøldið.
Aftaná borðhaldið er dansur við FourMENh, har DJ Antony Charles diskar í steðgunum og veitslan koyrir við fullari ferð til kl. 03.45.
13.12.2025 20:00
Reinsaríið
So er tann árliga jólakonsertin á Reinsarínum aftur, har angin av gløgg, grann og brendum mandlum fyllur rúmið. Tú merkir kavan í luftini, smílið í munnvikunum og gleðina av at vera saman við tínum nærmastu. Aftur í ár verður pallurin fyltur við jólahita, nærveru og teimum bestu jólaløgunum.
Í ár verða tað Elinborg Pálsdóttir, Fríði Shitboy og Kristel Lisberg, sum leggja sál og hjarta í sangin. Og við sær hava tey eitt ordiligt jólalandslið av tónleikarum: Høgni Lisberg, Dánjal á Neystabø, Torleik Mortensen og Benjamin Petersen.
Hetta er nøkur vanlig ella typisk konsert. Hetta er konsertin, sum tú fer at minnist aftur á, tá tú situr og pakkar jólagávur upp jólaftan.
Tú minnist kanska eisini, hvussu skjótt hesar konsertirnar verða útseldar, og tí mást tú spyrja teg sjálvan: Tími eg virkuliga at vera tann, sum seinni fer at ergra seg og hugsa: “Eg burdi verið farin á konsertina! Øll tosa um, hvussu gott og hugnaligt tað var”?.
... so tað er bara eitt at gera: Gev tær sjálvum eina væl uppiborna jólagávu longu nú, áðrenn onkur annar fer avstað við tínum atgongumerki.
13.12.2025 23:55 - 03:45
Dansifrøi
Stórur jóladansur við FourMENh og DJ Antony Charles í Dansifrøi!
Leygarkvøldið 13. des hava Vínkúllarnir & vinir stórt jólaborðhald í Dansifrøi, har yvir 300 gestir luttaka (tað er útselt). Eftir jólaborðhaldið verður almennur dansur við fantastiska dansiorkestrinum, FourMENh og super feiti DJ Antony Charles diskar í steðgunum hjá dansiorkestrinum. So tað er stórur møguleiki fyri at fáa ein svingom og eitt hugnaligt prát við onkran tú kennir!
Dyrnar lata upp kl 23.55 og lata aftur kl 03.45.
Góð fólk frá Hilton standa fyri barrsøluni, so har er alt gott at fáa alla náttina og í høgari góðsku.
Kostnaður 150,-
18.12.2025 20:00
Aulan í Finsen, Tórshavn
Jólaperlur við Tóru Vestergaard
Kom og uppliv eina serliga jólakonsert har songkvinnan, Tóra Vestergaard, fer at framføra eina perlurøð jóla-klassikarum.
Skráin er fjølbroytt og fevnir bæði rútmiskan-, fólka- og klassiskan jólatónleik.
Við sær hevur Tóra nakrar av fremstu tónleikaúrmælingum í Føroyum; Kristina á Váli, Elsa Maria Dam og Jóhannes Andreasen.
Hetta hóskvøldið fara vælkendir, eins og forkunnigir tónar, at fylla auluna og teg við friði og jólastemningi.
19.12.2025 19:00 3 framførslur
Reinsaríið
EINGIN JÓL UTTAN JÓLASOUL
Styrkin hjá Jólasoul er tann ymiskleikin, sum tær allar bera fram, og tó rigga tær so sera væl saman á pallinum og í ljóðmyndini. Tær framføra egnar útsetingar av alskyns jólaløgum á føroyskum, norðurlendskum og enskum, útseta tónleikin, týða tekstir, og gera egnar kórútsetingar.
Í húsorkestrinum eru Vár Miðberg (trummur), Karl Andrias Stórá (bass), Kristian Pauli Ellefsen (klaver, synth), Vinjar Egilsnes Petersen (klaver, synth) og Ari Johannesen (gittar). Ein bólkur sum úttrykkir spæligleði, nýhugsan, samanhald og kvalitet. Yvirorðnaða rósið, sum tey hava fingið aftaná hvørja konsert hevur verið, at tað er tjekkað, fólk eru í tryggum hondum, tað er stuttligt, tað er sárbært, tað er girl-power, og síðst men ikki minst, tað fær fólk í jólahumør.
"Kreativitetur. Nýbrot og nýhugsan. At bróta burturúr nýggjum. Og skapandi evni. Alt hetta eyðkennir alla konsertina og eisini limirnir í Jólasoul. Bæði í mun til at skriva nýggjar tekstir á føroyskum, at umseta til føroyskt, at gera nýggjar útsetingar av gomlum løgum og ikki minst at endurskapa og samstundis fornýggja Jólasoul konsertina, sum nú hevur fimm ár á baki." - Svanna Jákupsdóttir (Ummæli)
"Ellivu sangir í 36 minuttir. Kendir klassikarar og nýkomið jólastoff, garnerað í róma og yvirdrivnum jólakitsj. Plátan ljómar av einum framúr spælandi universi og við myriadum av sniðfundigum úttrykkum." - Birgir Kruse (Ummæli)
19.12.2025 19:30
Strendur
20.12.2025 19:30
Aulan í Finsen
Kom og njót eina løtu, har tríggjar ungar kvinnurøddir syngja yndisligan jólatónleik við undirspæli á flygli. Allar kvinnurnar hava verið nógv virknar á føroyska tónleikapallinum, men hetta er fyrstu ferð, at hesar fýra framføra saman – sum tær gleða seg til.
Beinta Ingeborg Greve syngur sopran. Í løtuni lesur hon klassiskan sang á Listaháskóla Íslands. Sanna Bæk Hoydal syngur sopran. Hon hevur gingið á musikkskúlamiðnámi í Havn og syngur í løtuni við bólkum sum t.d. Annika Hoydal, Guðrun og Bartal og Tarira. Borgfríð Fonsdal Johannesen syngur mezzosopran. Í løtuni lesur hon sangleik á Institute of the Arts Barcelona. Julia Fonsdal Højgaard spælir flygil. Hon er klaverleikari frá føroyska musikkskúlanum, umframt at hon er organistur.
Á konsertini verða m.a. stykkir eftir Carl Nielsen, Gustaf Nordqvist, Martin Joensen og The Real Group framførd.
Verið vælkomin!
Longd: 45 min
Kostnaður er 150 kr
20.12.2025 20:00
SALT
Kom og uppliv eina serliga jólakonsert har songkvinnan, Tóra Vestergaard fer at framføra eina perlurøð av jóla-klassikarum.
Skráin er fjølbroytt og fevnir bæði rútmiskan-, fólka- og klassiskan jólatónleik.
Við sær hevur Tóra nakrar av fremstu tónleikaúrmælingum í Føroyum:
Kristina á Váli á cello
Elsa Maria Dam á floytu
Jóhannes Andreasen á flygel.
Hetta leygarkvøldið fara vælkendir, eins og forkunnigir tónar, at fylla siloina og teg við friði og jólastemningi.
20.12.2025 20:00
Biskupsstøðgarðurin
🎶Ársins jólakonsert í Biskupsstøðgarðinum.🎶
Øll minnast allarhelst eyðkendu røddina hjá Anna Lovisa Mýri, sum gjørdist landakend við songunum "Tað kundi verið eg" og "Av øllum tí góða sum Gud hevur gjørt". Men kanska ikki øll vita, at tað var á Kafé Fríðu til Norðurjól í 2019 hon fyrstu ferð hon trein á pall einsamøll.
Tí kennist tað serliga rætt, at júst Anna Lovisa nú kemur aftur at spæla — hesa ferð til Biskupsstøðgarðin, har hon saman við unnastanum Finni hevur sína árligu jólakonsert. Finnur Kjølbro spælir gittar, munnhørpu og syngur eisini saman við Onnu Lovisu. Tey bæði fara heilt víst at skapa eina heilt serliga løtu við egnum løgum og væl umtóktum jólasangum, har røddir, ljóð og ljós smelta saman í eina hjartaliga jólauppliving í hugnaligu umstøðunum í Biskupsstøðgarðinum.
Garðurin verður sjálvandi pyntaður til høvið og íroknað í prísin er serligt jólate og mandlurís. Heimagjørt gløgg og annað gott, kann keypast í húsinum.
🎶 Kom og njót eina inniliga løtu mitt í jólamyrkrinum – við tónleiki, ljósum og hugna🎶.
20.12.2025 20:00
Sjóvarstova á Strondum.
Marjun Wolles kemur at framføra hugnaligan jólatónleik. Millum annað kunnu tit vænta at hoyra “Hátt undir himmalsins stjørnum”, “Djúpt í mínum minnið”, “Tú lítli staður Betlehem” og “Kvirra um fjøll og fløtur”.
Borðreitt verður við lekkrum rísalamandle, og ein mandlugáva verður at fáa.
Einans 30 atgongumerki eru at fáa.
21.12.2025 20:00
EINGI JÓL UTTAN JÓLASOUL
Vit eru so heppin, at sangarinnurnar handan Jólasoul, aftur í ár fara at forkela Føroya fólk við síni vælumtóktu jólakonsertrøð, sum byrjaði á vetri 2020. Hesa ferð kunnu vit ið búgva norðanfyri Havnina fegnast, tí tað hevur eydnast okkum at lokka tær til Fuglafjarðar at hava eina av konsertunum í ár.
Í fjør góvu tær eina plátu út við einari rúgvu av jólaløgum, og í ár gleða tær seg at spæla hesar og aðrar sangir fyri okkum í Mentanarhúsinum.
"Tað verður so í øllum førum ikki minni av einum braki hesaferð" lova tær fimm sangarinnurnar við ein munn:
Jasmin Mote
Anna Sofía Skoradal
Marianna W. Nagata
Katrina Olsen og
Dania O. Tausen
Tær tríggjar seinastnevndu kenna vit eisini sum jazztrioina, SWAY. Jólasoul er harumframt eisini kent fyri at bjóða enn fleiri gestatónleikarum á pallin, so har simpulten ikki er pláss fyri fleiri!
Styrkin hjá Jólasoul er ta fjølbroytni, sum tær allar bera fram, sum á pallinum og í ljóðmyndini gongur upp í eina hægri eind. Tær framføra egnar útsetingar av alskyns jólaløgum á føroyskum, norðurlendskum og enskum, útseta tónleikin, týða tekstir, og gera egnar kórútsetingar.
Við sær á pallin hava tær ein sera góðan bólk við:
Vár Miðberg (trummur)
Karl Andrias Stórá (bass)
Kristian Pauli Ellefsen (klaver, synth)
Vinjar Egilsnes Petersen (klaver, synth) og
Ari Johannesen (gittar).
Hetta er ein bólkur, sum úttrykkir spæligleði, nýhugsan, samanhald og fram um alt, kvalitet. Yvirskipaða rósið, tey hava fingið eftir hvørja konsert, hevur verið, at tað er tjekkað, at fólk eru í tryggum hondum, at tað er stuttligt, at tað er sárbært, at tað er girl-power, og síðst men ikki minst, at tað fær fólk í jólahýr.
"Kreativitetur. Nýbrot og nýhugsan. At bróta burturúr nýggjum. Og skapandi evni. Alt hetta eyðkennir alla konsertina og eisini limirnir í Jólasoul. Bæði í mun til at skriva nýggjar tekstir á føroyskum, at umseta til føroyskt, at gera nýggjar útsetingar av gomlum løgum og ikki minst at endurskapa og samstundis fornýggja Jólasoul konsertina, sum nú hevur fimm ár á baki." - Svanna Jákupsdóttir (Ummæli)
"Ellivu sangir í 36 minuttir. Kendir klassikarar og nýkomið jólastoff, garnerað í róma og yvirdrivnum jólakitsj. Plátan ljómar av einum framúr spælandi universi og við myriadum av sniðfundigum úttrykkum." - Birgir Kruse (Ummæli)
Hoyr Jólasoul HER
Hoyr sangarinnurnar tosa um plátuna í LEITISSTEIN
JÓLASOUL
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Sunnukvøldið 21. desember kl 20
Kostnaður:
Børn 0 - 12 ár: 95 kr (pluss avgjald)
Ung 13 - 17 ár: 195 kr (pluss avgjald)
Vaksin 18+: 245 kr (pluss avgjald)
22.12.2025 20:00
Listastovan
EINGI JÓL UTTAN JÓLASOUL
Vit eru so heppin, at sangarinnurnar handan Jólasoul, aftur í ár hava lovað at forkela okkum við síni vælumtóktu jólakonsert sum byrjaði á vetri 2020. Í fjør útgóvu tær eina plátu við einari rúgvu av jólaløgum, og í ár gleða tær seg at aftur spæla hesar og aðrar sangir fyri okkum í Listastovuni. Í fjør framførdu tær fyri fyrstuferð Jólasoul í Listastovuni fyri fullum sali og í ár gleða tær seg ikki minni, tí "Tað verður ikki minni av einum braki hesaferð" lova tær fimm sangarinnurnar: Jasmin Mote, Anna Sofía Skoradal, Marianna W. Nagata, Katrina Olsen og Dania O. Tausen. Tær tríggjar síðstu kenna vit eisini sum jazztrioina SWAY. Haraftrat er Jólasoul eisini kent fyri at bjóða enn fleiri gestatónleikarum á pallin, so har simpulten ikki er pláss fyri fleiri!
Styrkin hjá Jólasoul er tann ymiskleikin, sum tær allar bera fram, og tó rigga tær so sera væl saman á pallinum og í ljóðmyndini. Tær framføra egnar útsetingar av alskyns jólaløgum á føroyskum, norðurlendskum og enskum, útseta tónleikin, týða tekstir, og gera egnar kórútsetingar.
Í húsorkestrinum eru Vár Miðberg (trummur), Karl Andrias Stórá (bass), Kristian Pauli Ellefsen (klaver, synth), Vinjar Egilsnes Petersen (klaver, synth) og Ari Johannesen (gittar). Ein bólkur sum úttrykkir spæligleði, nýhugsan, samanhald og kvalitet. Yvirorðnaða rósið, sum tey hava fingið aftaná hvørja konsert hevur verið, at tað er tjekkað, fólk eru í tryggum hondum, tað er stuttligt, tað er sárbært, tað er girl-power, og síðst men ikki minst, tað fær fólk í jólahumør.
"Kreativitetur. Nýbrot og nýhugsan. At bróta burturúr nýggjum. Og skapandi evni. Alt hetta eyðkennir alla konsertina og eisini limirnir í Jólasoul. Bæði í mun til at skriva nýggjar tekstir á føroyskum, at umseta til føroyskt, at gera nýggjar útsetingar av gomlum løgum og ikki minst at endurskapa og samstundis fornýggja Jólasoul konsertina, sum nú hevur fimm ár á baki." - Svanna Jákupsdóttir (Ummæli)
"Ellivu sangir í 36 minuttir. Kendir klassikarar og nýkomið jólastoff, garnerað í róma og yvirdrivnum jólakitsj. Plátan ljómar av einum framúr spælandi universi og við myriadum av sniðfundigum úttrykkum." - Birgir Kruse (Ummæli)
Hoyr Jólasoul HER
Hoyr sangarinnurnar tosa um plátuna í LEITISSTEIN
22.12.2025 21:00
Ribarhús, Fuglafjørður
Jólakonsert
Maria og Bárður á Lakjuni í Ribarhúsi
Mánakvøldið 22. desember kl 21 fara systkinabørnini at hava jólakonsertkonsert saman í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Maria og Bárður hava sungið nógv saman, bæði á fløguútgávum og á palli - m.a. í fullsettum Ribarhúsi á Varmakeldustevnu í summar.
Sangskráin hetta jólakvøldið verður fyrst og fremst eitt breitt úrval av kendum jólasangum og sálmum. Maria og Bárður fara at syngja saman, og eisini hvør í sínum lagi.
Við sær á pallin hava tey bæði góðar og royndar tónleikarar.
27.12.2025 21:00
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Nýggjársbumban: HOGNI • Danny & The Veetos • Silent Disco
Mentanarhúsið og Etasjan í Fuglafirði bjóða aftur í ár til eitt brak av eini nýggjárskonsert leygarkvøldið 27. desember.
Á pallinum verða tveir av best dámdu bólkunum í landinum – HOGNI og Danny & The Veetos – umframt Silent Disco, sum mong kenna og elska frá G! Festivalinum.
Vit lova eitt kvøld við veitslulagi, hugna og góðum fólki.
HOGNI hevur sín topptrimmaða bólk við:
– Jan Rúni Poulsen (trummur)
– Knút Háberg Eysturstein (ljómboð)
– Høgni Lisberg (guitar og sang)
Danny & The Veetos:
– Rúni Hentze (trompet)
– Fríði Bjarkhamar (trummur)
– Símun Dam (ljómborð)
– Danny Baldursson (sang og guitar)
Silent Disco:
– Tríggir plátuvendarar syrgja fyri teimum trimum Silent Disco-rásunum – so tú kanst velja júst títt egna dansigólvs-stev alt kvøldið. “Noregsmenn, dansið væl í stillum!”
Men tað er ikki alt.
Villiam Soo Joensen:
– Føroya besti ljósmaður, Villiam Soo Joensen syrgir fyri at ljósini og diskostemningurin er í topp!
Vit gleða okkum at síggja bæði ung og gomul til nýggjársbumbuna. Betri háttur at hátíðarhalda farandi árið og heilsa tí nýggja vælkomnum finst ikki.
Dyrnar lata upp kl. 21:00, og konsertin byrjar kl. 22:00.
GG: Ørly-børd tilboð, galdandi til mánakvøldið 8. desember á midnátt, spar 100 kr.
Prísur við dyrnar: 395 kr
PS: Bumban er ein frálík jólagáva – ella mandlugáva!
28.12.2025 19:30
Reinsaríið
Ímynda tær eina jólagávu, sum bjóðar bæði gand og gleði uttan nakað jólastress! Tann gávan er ein konsert við fantastiska Marius Ziska. Við at klikkja fáar ferðir, kanst tú tryggja tínum kæru eitt tað besta minni í 2025.
Øll sum hava vitnað eina Marius Ziska konsert vita, at tær eru nakað heilt serligt. So hví ikki geva eina gávu, sum bæði yvirraskar og gevur gleði? Skunda tær at keypa atgongumerki nú, og ger tað lætt fyri teg at gleða ein kæran við ársins jólagávu.
29.12.2025 19:30
Reinsaríið
Ímynda tær eina jólagávu, sum bjóðar bæði gand og gleði uttan nakað jólastress! Tann gávan er ein konsert við fantastiska Marius Ziska. Við at klikkja fáar ferðir, kanst tú tryggja tínum kæru eitt tað besta minni í 2025.
Øll sum hava vitnað eina Marius Ziska konsert vita, at tær eru nakað heilt serligt. So hví ikki geva eina gávu, sum bæði yvirraskar og gevur gleði? Skunda tær at keypa atgongumerki nú, og ger tað lætt fyri teg at gleða ein kæran við ársins jólagávu.
29.12.2025 22:00
Reinsaríið
Ímynda tær eina jólagávu, sum bjóðar bæði gand og gleði uttan nakað jólastress! Tann gávan er ein konsert við fantastiska Marius Ziska. Við at klikkja fáar ferðir, kanst tú tryggja tínum kæru eitt tað besta minni í 2025.
Øll sum hava vitnað eina Marius Ziska konsert vita, at tær eru nakað heilt serligt. So hví ikki geva eina gávu, sum bæði yvirraskar og gevur gleði? Skunda tær at keypa atgongumerki nú, og ger tað lætt fyri teg at gleða ein kæran við ársins jólagávu.
17.01.2026 20:00
Løkshøll
Fagnaðarkonsert fyri Petur Pólson – eitt kvøld til heiðurs fyri tónleikaran og yrkjaran
Leygarkvøldið 17. januar 2026 verður stóra fagnaðarkonsertin fyri Petur Pólson hildin í Løkshøll – eitt kvøld, har vit savnast at hátíðarhalda listafólkið, sum í fleiri áratíggju hevur sett sín serliga dám á føroyska tónleikapallin og mentanarlívið.
Petur Pólson hevur útgivið tónleik og yrkingasøvn í egnum navni og hevur samstarva við nakrar av fremstu tónleikarunum í Føroyum. Í 1997 fekk hann virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingarsavnið “Ongin sól er til” og í 2015 fingu Benjamin og Petur ikki minni enn fýra FMA virðislønir fyri plátuna “AVE”. Petur hevur við sínum hugvekjandi listarliga sniði, altíð spælt við mótsetningar, har tað vakra møtir tí dapra, har gleðiboð verða koyrd í moll, og har sorg verður koyrt í verðsligan dám.
Á konsertini verður listin hjá Peturi tulkað av nøkrum av okkara fremstu tónleikarum og rithøvundum: Visible Fish, Eivør, Benjamin Petersen, Niels Arge Galán, Michael Blak, Marius D.C., Knút, Lyon, Guðrið Hansdóttir, Uni Árting, Høgni Lisberg, Sámal Ravnsfjall, Jens L. Thomsen, Jón Tyril, Mattias Kapnas, Jan Rúni Poulsen, Dorthea Højgaard Dam, Jensia Højgaard Dam, Óluva Dam Ísheim og Oddfríður Marni Rasmussen. Tey fara øll at leggja sín serliga dám á løgini, sum hava verið partur av lívinum hjá mongum føroyingum í gjøgnum árini.
Fagnaðarkonsertin er ein kærkomin møguleiki at steðga á, líta aftur og takka listamanninum, sum altíð hevur torað at verið sannur í sínum tónleiki.
Hetta kvøldið fagna vit tónleikin og lívið.
01.02.2026 19:00
Aulan í Finsen
Hoym sá dagsins ljós, tá tær tríggjar, Elinborg Pálsdóttir (FO), Lea Kampmann (FO) og Katrín Ólafsdóttir (ÍS), hittust á Rytmiska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Tær hava allar tríggjar fleiri solo-útgávur aftanfyri seg, men á hesi útgávuni, savna tær raddirnar í eini felags verkætlan, sum er grundað á kvinnuliga orku, nærveru og felagsskap.
Hoym hava givið út eina EP við seks løgum á føroyskum og íslendskum, sum eru skrivað og upptikin í Íslandi. Løgini hava røtur í fólkatónleiki og akustiskum ljóðførum, og sangirnir snúgva seg um tilknýti, kenslur og samband tvørturum mál og landamørk.
- Tað kendist natúrligt at skriva á uppruna málum okkara, føroyskum og íslendskum. Ein heiðran til upphaviđ sum samstundis menti okkum í einari felags ljóðmynd, sigur trioin.
- Avtrat útgávuni spæla vit eisini nýggj løg, sum eru á veg, og nøkur eldri løg hjá hvørjum øðrum. Hetta gera vit live, so hvør konsert verður eitt heilt serligt samanspæl av nýggjum og gomlum, siga tær tríggjar.
Løgini eru upptikin live – tær tríggjar savnaðar um eina mikrofon, við hvør sínum akustiska gittara, fyri at varðveita nærveruna og inniligu løtuna, sum varð skapt í rúminum.
HOYM framførir í Auluni í Finsen tann 1. februar.
14.02.2026 10:00
Mentanarhúsið Varpið í Klaksvík
18.02.2026 09:00 - 15:15
Hotel Føroyar
SSP Kveikingardagur 2025
Starvast tú innan barna- og ungdómsøkið í Føroyum í breiðastu merking?
So kom við til ráðstevnuna hjá SSP Kveikingadagur 2026 har vitan og íblástur innan fyribyrging er á breddanum.
Kveikingardagurin er dagurin, har vit hittast tvørtur um geirar við tí máli, at vit í felag kunnu gera okkara til, at børn og ung trívast í Føroyum.
Dagurin er ætlaður starvsfólkum á barna- og ungdómsøkinum, politikarum og øðrum áhugaðum.
Evnið ið er karmur um kveikingardagin er: Motivatión í roynd og veru!
Vit forvitnast og kanna nærri ymiskar mátar at arbeiða fyribyrgjandi og motiverandi.
Hvat skal til fyri at hjálpa børnum og ungdómi til betri trivna og menning ? Hví kann tað viðhvørt kennast sum, at onki riggar, ella sum um tey als ikki ynskja broyting ella virka motiveraði ? Hava vit tá veruliga roynt alt og hvussu stendur til við okkara egnu motivation ?
Hvønn leiklut spælir sjálvstamarhald og vitsevni, og ber til at arbeiða við hesum hugtøkum ? Hettar er nakað av tí vit royna at blíva klókari uppá til Kveikingardagin 2026.
Í fjør varð útselt, og vóna vit enn einaferð at undirtøkan verður eins og góð til
dagin.
- skráseting og morgunmatur frá 8:00 – 9:00
Hvar: á Hotel Føroyum
Prísur: 475 kr.
Endaliga skráin verður tøk seinni
18.02.2026 19:00
Hotel Føroyar
Spiónstjórin, Lars Findsen: Trygdarstøðan í Føroyum
Kom til ein spennandi fyrilestur hjá Lars Findsen, fyrrverandi stjóra fyri bæði PET og Forsvarets Efterretningstjeneste, tá hann fer at hava áhugaverdar hugleiðingar um, hvussu veruligu hóttanirnar síggja út móti Føroyum – og hvat merkja tær fyri okkum, sum part av ríkisfelagsskapinum.
Tú fær eitt sjaldsamt og áhugavert innlit í trygdarstøðuna hjá Føroyum og Danmark. Í eini tíð við cyberálopum, fake news og vaksandi spenningi í Arktis, standa Føroyar og Grønland mitt í politiska storminum millum eystur og vestur.
Hvussu ávirkar hetta frælsi, virðir og framtíð okkara?
Men fyrilesturin er ikki bert um geopolitikk
Findsen, sum í 2022 útgav best-seller bókina ”Spionchefen”, fer somuleiðis at geva eitt serligt innlit í eina av størstu vesturlendsku fregnartænastuskandalunum. Findsen varð handtikin á flogvøllinum í Keypmannahavn í desember 2021, og málið hevur havt stórar politiskar avleiðingar.
Persónligar upplivingar og hugleiðingar
Findsen fer at greiða frá sínum upplivingum frá tíðini í varðhaldi í Hillerød fongsli, har hann sat í 71 dagar í kliva 18. Um gerandisdagin handan rimarnar, sínar hugsanir um rættarskipanina og sambandið millum embætisfólk og politikarar.
Somuleiðis um leiklutin hjá miðlunum og tær menniskjaligu avleiðingarnar av at standa mitt í ódnini.
Við síni djúpu vitan um danskar og altjóða fregnartænastur, gevur Lars Findsen áhoyrarum eina sterka, erliga og tankavekjandi frásøgn um, hvussu hóttanir móti Danmark, Grønlandi og Føroyum verða handfarnar – og hvat vit kunnu gera fyri at standa tryggjari í einum ótryggum heimi.
21.02.2026 19:00
Dansifrøi
Ger teg til reiðar at rulla við okkum!
Kom og uppliv gyltu Rock'n'Roll tíðina aftur, tá vit heiðra ein av heimsins størstu rock'n'roll-bólkum, The Rolling Stones!
21. februar verður Dansifrøi karmur um eina konsert við klassikarum, orku og ósviknum Rock'n'Roll-anda. Vit taka teg við á eina ferð gjøgnum óteljandi hittini hjá The Rolling Stones.
At syngja og leiða okkum gjøgnum konsertina, hava vit fingið tveir kendar Rolling Stones elskarar, Hans Ravnsfjall og Signar í Homrum, sum fara at seta teirra heilt serliga dám á hesar ikonisku sangir.
Afturat sær hava teir ein væl samanskrúvaðan bólk, mannaður við Henning Hjalt Nicodemussen, Eyðun Johannesen, Jóhan Ziskason, Bernhard Højgaard Petersen og Lailu Carlsen.
Hetta er kvøldið fyri allar Stones-fjepparar og øll, sum elska góðan, orkumiklan tónleik.
Hetta verður ein uppliving, tú ikki vilt missa.
Vit gleða okkum at síggja teg!
21.02.2026 23:00
Dansifrøi
Leygarkvøldið 21 februar verður eitt av teimum heilt góðu dansikvøldinum í Dansifrøi.
Tá fara country kongurin Hallur Joensen og country drotningin Kristina Bærendsen á pall. Saman við teimum er eitt stórt topptuna orkestur. Tey fara at spæla egin løg og alt tað kendasta innan country. Talan verður um eitt brak av einum country kvøldið.
27.02.2026 22:00
SALT
“Tógv og tónar”
Verkstova: “Bind diagonalar strípur við restum”.
Kom við til eitt serligt kvøld við samveru, hugna og íblástri. Eitt kvøld har vit savnast um tógv og tónar.
Allar hava nakrar tógvleivdir við, sum vit leggja saman í eina stóra rúgvu. Síðani binda vit frá hvørjum øðrum. Tit hava stokkar stødd 8, 9 ella 10 við.
Tit fáa vegleiðing frá mær, og tá kvøldið er av, eru tit væl á veg til at eiga eina serstaka, vakra blusu við diagonalum strípum. Bindiuppskriftina fáa tit sendandi við telduposti.
Eg spæli nøkur løg miðskeiðis og vegleiði loypandi gjøgnum kvøldið.
Við í prísinum er suppa, kaffi/te og okkurt søtt afturvið.
28.02.2026 20:00
RÖKKVI – 10 ÁR SÍÐANI WHERE IS THE SUN
Tíggju ár eru liðin, síðani Røkkvi (Rógvi Odvørson) gav út sítt fyrsta verk – fløguna Where Is The Sun. Hetta var byrjanin til eina tónleikaliga ferð, sum hevur ført hann á pallar kring landið og út um landoddarnar, og givið honum eitt fast pláss í hjørtunum hjá áhoyrarunum.
Nú verður hendan ferðin hátíðarhildin við einari jubileumskonsert, har løgini frá Where Is The Sun - og eisini nýggjari løg - verða framførd á ein livandi hátt.
Á pallinum verður Røkkvi saman við nøkrum av okkara mest royndu og virðismettu tónleikarum – Hans Poulsen á klaveri, Josva Debes á trummum, Leivur Vitalis á bassi, Ólavur Olsen á horni og Aron Poulsen og Jón Mørkøre á gittarum.
Eisini fáa vit vitjan av trimum gestasangarum í serflokki: Guðrun Sólja Jacobsen, Jens Marni Hansen og Róin Siggertsson, umframt dóttir Rógva, Sara Björt Rógvadóttir á Lakjuni.
Hetta verður eitt kvøld, har vit leita aftur til Where Is The Sun – og fagna teimum tíggju árinunum, sum hava myndað Røkkva og hansara tónleik.
Røkkvi – 10 ára jubileumskonsert
Leyg. 28. Februar 2026 kl 20
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Atgongumerki.fo
Keyp áðrenn jól fyri 195 (pluss avgjald.
Aftaná jól 245 (pluss avgjald)
Við dyrnar 275.
25.04.2026 20:00
Løkshøll
Sissel Kyrkjebø í Løkshøll
Loksins vitjar hon aftur! Norski sangfuglurin við tí kláru og einglakendu røddini, sum í 1991 bergtók okkum øll við sjónbandaðu framførslu av "Tíðin rennur sum streymur í ár" saman við føroyskum kórsangarum. Og í apríl komandi ár stendur hon so á pallinum í Løkshøll og verður høvuðsnavnið til Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.
Vit kunnu vænta okkum eina gandakenda konsert, har røddin og tónleikurin flytir seg frá tí vakra og eleganta til tað óslípaða og ráa. Sissel er kend fyri sína blíðu og fjálgu medferð á pallinum og fyri røddina, sum fer beint í hjartað hjá áhoyrarunum.
Skráin fevnir um bæði kendar klassikarar og nýggjari sangir, sum flyta seg tvørtur um ymisku tónleikamørkini. Saman við tónleikarunum fer Sissel við síni serstøku rødd at geva okkum várliga orku meðan vit bíða eftir summari og sól.
"Tónleikur er heilivágur. Tónleikur, sum verður framførdur á palli er betri enn heilivágur! Vælkomin á konsert - eg gleði meg at síggja tykkum!" Soleiðis sigur Sissel og vit gleða okkum eisini at síggja Sissel á palli í Løkshøll leygarkvøldið 25. apríl kl. 21.00.
Tú kanst ogna tær atgongumerki, til tín sjálvs ella til onkran kæran í jólagávu á loksholl.fo.
Kostnaður 495 kr (+20 kr avgjald)
Mynd: Kristin Saastad
26.04.2026 15:00
Løkshøll
Sissel Kyrkjebø í Løkshøll
Loksins vitjar hon aftur! Norski sangfuglurin við tí kláru og einglakendu røddini, sum í 1991 bergtók okkum øll við sjónbandaðu framførslu av "Tíðin rennur sum streymur í ár" saman við føroyskum kórsangarum. Og í apríl komandi ár stendur hon so á pallinum í Løkshøll og verður høvuðsnavnið til Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.
Vit kunnu vænta okkum eina gandakenda konsert, har røddin og tónleikurin flytir seg frá tí vakra og eleganta til tað óslípaða og ráa. Sissel er kend fyri sína blíðu og fjálgu medferð á pallinum og fyri røddina, sum fer beint í hjartað hjá áhoyrarunum.
Skráin fevnir um bæði kendar klassikarar og nýggjari sangir, sum flyta seg tvørtur um ymisku tónleikamørkini. Saman við tónleikarunum fer Sissel við síni serstøku rødd at geva okkum várliga orku meðan vit bíða eftir summari og sól.
"Tónleikur er heilivágur. Tónleikur, sum verður framførdur á palli er betri enn heilivágur! Vælkomin á konsert - eg gleði meg at síggja tykkum!" Soleiðis sigur Sissel og vit gleða okkum eisini at síggja Sissel á palli í Løkshøll til eykakonsertina sunnudagin 26. apríl kl. 16.00.
Tú kanst ogna tær atgongumerki, til tín sjálvs ella til onkran kæran í jólagávu á loksholl.fo.
Kostnaður 495 kr (+20 kr avgjald)
11.06.2026
Sørvágur
Kom við á Country Festivalin í Sørvági.
Fylg okkum á heimasíðuni: www.country.fo
Fylg okkum á Facebook: https://www.facebook.com/Countryfo
Fylg okkum á Instagram: https://www.instagram.com/countryfestivalurin/
English:
Join us for the Faroese Country Festival in Sørvágur, Faroe Islands
Follow our webpage here: www.country.fo
Follow us on Facebook: https://www.facebook.com/Countryfo
Follow us on Instagram: https://www.instagram.com/countryfestivalurin/
11.06.2026
Sørvágur
Kom við á Country Festivalin í Sørvági.
Fylg okkum á heimasíðuni: www.country.fo
Fylg okkum á Facebook: https://www.facebook.com/Countryfo
Fylg okkum á Instagram: https://www.instagram.com/countryfestivalurin/
English:
Join us for the Faroese Country Festival in Sørvágur, Faroe Islands
Follow our webpage here: www.country.fo
Follow us on Facebook: https://www.facebook.com/Countryfo
Follow us on Instagram: https://www.instagram.com/countryfestivalurin/
27.06.2026 09:00
Hattarvík
Leygardagin 27. juni 2026 verður ein serlig náttúru, mat- og mentunaruppliving í Hattarvík, í fótasporum Floksmanna.
Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í “Spískamarið” í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.
Túrurin byrjar í Hvannasundi kl. 08:45 har ferðast verður við “Rituni” til Hattarvíkar. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir og er møguleiki at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum.
Komin til Hattarvíkar, verður fari í land á Trøllagjónni, har vertirnir takað ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av Bakkahjallinum, har kynt verður undir bálinum alt fyri eitt.
Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum, rullipylsa, kjøtpylsa, egg, sild skinsakjøt - alt úr tí serføroyska kovanum verður notið.
Eftir hetta verður ein gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Á eggini verður skerpikjøt og okkurt gott frá bryggjmeistaranum Einar Waag afturvið. Framhaldandi verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur uml. 3 tímar. Á túrðinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.
Komin oman úr haga, verða gestirnir móttiknir við vælkomudrykki og leskiligari suppu vm. Eftir hetta verður vitja í kirkjuni har sagt verður frá um ymiskt siðsøguligt umframt tónleikur, áðrenn leiðin síðani liggur til seyðhúsi á Uppistovugarðinum, har kokkurin hevur borðreitt við tíggju ymiskum smárættum, tilgjørdir úr hágóðsku rávørum og lyftir upp á eitt høgt gastronomiskt stig. Eisini verður sjálvandi serligt Floksmannabryggj afturvið.
Síðani verður tað søgufrøðingurin Andras Sólstein, sum hugleiðir við søgum og mentan áðrenn fjøldin fylgir kokkinum oman á gravarbakka, til at grava máltíðina upp.
Ímeðan kokkurin og hjálparfólk gera klárt til at njóta høvðusmáltíðina, verður kvæðarokkur við Hamradun á skránni. Hamradun luttók í 2025 og varð avrátt beinanvegin, at teirra íkast til Floksmannadagin hóskar sera væl til tiltakið.
Síðani verður borðhald og felagssangur.
Tá ið klokkan nærkast 19:30 verður leiðin sett oman á Trøllagjónna til fráferðina við ”Rituni” til heimferðina.
Best er um fólk hava ein lítlan ryggsekk við, góð uttandurða klæðir og góðar skógvar til hagatúrðin.
Fráferð verður úr Hattarvík uml. kl. 19:45 við “Rituni”.
Aldursmark 18 ár.
Kostnaður er 2.495,00 kr. pr. persón
Luttøkan er avmarkað.
Íroknað kostnaðin er:
- Ferðaseðlakostnaður við "Rituni" fram og aftur
- Allur matur og drekkivørur
- Undirhald
- Ferðaleiðarar vm.
Møguleiki er eisini fyri at bíleggja sær pláss við leigubussinum, hjá HK Bussar, sum fer av Farstøðini í Havn kl. 06:45 og heintar fólk ávegis norður til Hvannasund.
Bussurin koyrir umvegis Eysturoyartunnilin og steðgar á við Skipanes, Magnstøðina í Gøtudali og Bónus í Klaksvík.
Hesin bussur koyrir aftur til Havnar við komu til Hvannasunds eftir tiltakið og syrgir fyri at øll koma uppá pláss.
Kostnaðurin fyri hetta er kr. 250,00
02.07.2026 08:00
Tórshavn
Keyp festivalpass og spar yvir 50% uppá allar gjaldskonsertir á Tórshavnar jazz, fólka- og blues festivali 2026.
Nu kunnu vit avdúkað tey trý høvusnøvnini á festivalinum:
Hóskvøld 2. juli í Norðurlandahúsinum
Tórshavnar Big Band við Swing King Basie. James Olsen vitjar sum gestasangara.
Fríggjakvøld 3. juli í Norðurlandahúsinum
Nana Rashid - bjarta stjørnuskotið og vinnari av "Ársins nýggja jazznavn" á Danish Music Awards í 2023.
Leygarkvøld 4. juli í Reinsarínum
Uni Debess & The Tomcats - Uni spælir nýgg bluesløg, ið ikki eru framførd áður. Ein sonevnd FrumFramFørsluBluesKonsert.
Fleiri konsertir eru á veg...
06.08.2026
Klaksvík
Dagsbillettir fáast bert við dyrnar, tá ið festivalurin byrjar
Dagsbillett, hósdagur (vaksin): 750 kr.
Dagsbillett, fríggjadagur (vaksin): 850 kr.
Dagsbillett, leygardagur (vaksin): 850 kr.
29.08.2026 09:00
Viðareiði
Talan verður um ein tónleikadag frá morgni til myrkurs, barnaland, camping, tjalding, góður matur og nógv nógv annað!
Ókeypis bussar koyrur frá sandinum í Klaksvík til Viðareiðis hvønn hálvan tíma allan dagin/náttina, so góðir møguleikar eru at skaffa sær fart báðar vegir.
Náttarbussur kemur eisini at koyra beinleiðis frá Viðareiði til Havnar um morgunin, gjøgnum eysturoyartunnilin.
Nøvn sum longu eru kunngjørd á Norð Festivalinum 2026:
